Hanne Boel

Hanne Boel í Sandnes 2009

Hanne Boel (fødd 31. august 1957) er ein donsk songkvinna. Hon hevur sungið innan fleiri ymiskar sjangrur, frá kirkjukóri, gospel, soul, jazz og rock, pop og harumframt techno. Hon hevur havt stóra sukse í Norðurlondum og í Týsklandi, við einum samlaðum sølutali av plátum/fløgum á 2,5 milliónum.[1] Bara annað album hennara, Dark Passion (1990) hevur selt yvir eina hálva millión eintøk kring heimin. Hon vann fýra Danish Music Awards-statuettir (Danskt Grammy) fyri útgávuna frá 1991.[1] Føroyski tónleikaframleiðarin Óli Poulsen hevur framleitt, miksað og arrangerað fleiri album fyri Hanne Boel fleiri album fyri Hanne Boel, eitt nú My Kindred Spirit (2001), Beware of the Dog (2002), Dark Passion (1995).[2]

  1. 1.0 1.1 Frøkjær, Troels (4. november 2007). "Hanne Boel: Folkets Hus, Struer - Anmeldelse - GAFFA.dk". Gaffa. http://gaffa.dk/anmeldelse/27420. Heintað 14. november 2011. 
  2. allmusic.com, Oli Poulsen

© MMXXIII Rich X Search. We shall prevail. All rights reserved. Rich X Search